Í Manilla í 1992 endaði tað í talv OL við remis millum Føroyar og Danmark.
Úrslitið ta ferðina var 2-2, og aftur í dag endaði tað remis, tá ið Føroyar og Danmark brustu saman í EM kappingini fyri lið í talvi, sum í hesum døgum er í Reykjavík.
Eina løtu vóru Føroyar á sigurskós. John Rødgaard tapti á øðrum borði ímóti Lars Schandorff. Rógvi Egilstoft Nielsen vann á fjórða borði fínan sigur á Bjørn Møller Ochsner, og so var tað Helgi Dam Ziska á fyrsta borði, sum vann á danska meistaranum Suna Berg Hansen. Harvið var støðan 2-1 til Føroyar, sum høvdu møguleika at vinna, um Høgni Egilstoft Nielsen á triðja borði megnaði í hvussu so er javnleik ímóti Mads Andersen. Tað gjørdi hann ikki. Í síðsta talvinum vann Mads Andersen, og við sigrinum tryggjaði hann Danmark 2-2 ella sama úrslit sum fyri 23 árum síðani í Manilla.
8. umfar
IM Helgi Dam Ziska (2523) – GM Sune Berg Hansen (2566) 1-0
IM John Rødgaard (2350) – GM Lars Schandorff (2519) 0-1
FM Høgni Egilstoft Nielsen (2300) – IM Mads Andersen (2459) 0-1
FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2275) – FM Bjørn Møller Ochsner (2405) 1-0
Níggjunda og síðsta umfar verður í morgin.