Ilie Oană leikvøllurin í Ploeisti stutt frá rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest varð tikin í brúk í september í 2011. Talan er um ein nýmótans leikvøll við 15.500 áskoðaraplássum.
Føroyska fótbóltslandsliðið, sum skal spæla ímóti Rumenia í morgin klokkan 17 er ikki fyrsta føroyska liðið, sum leikar dyst á Ilie Oană leikvøllinum. 18. juli í 2013 tók FC Petrolul Ploiesti ímóti Víkingi í 2. undanumfarinum í Europa League kappingini. Hetta var aftaná Vìkingur hevði sligið út finska liðið, Inter Turku í fyrsta undanumfarinum. FC Petrolul Ploiesti vann 3-0, og returdysturin á Svangaskarði vann rumenska liðið 4-0.
Leikvøllurin hevur loyvi frá UEFA at hýsa Champions League bólkaspælsdystum. Talan er um ein í UEFA-høpi "kategori 4 leikvøll".
Leikvøllurin er nevndur eftir Ilie Oană, sum livdi millum 1918 og 1993. Hann varð kendur sum venjari hjá rumenska landsliðnum, og eisini kendur, sum venjari hjá Petrolul Ploiesti. Hann leikti á sinni tveir landsdystir fyri Rumenia.









