Hjartafelagið vendi sær 12. februar í ár aftur til Vinnumálaráðið við Johan Dahl, landsstýrismanni. Í fyrsta lagi takkar felagið fyri svarið, dagfest 13. november 2014, og fegnast um, at eitt nú Strandfaraskip Landsins hava sett sær fyri at fáa hjartastartarar umborð á øll síni skip.
- Tá hetta er sagt, vilja vit enn einaferð vísa á tað óhepna í, at spurningurin um hjartastartara er upp til hvørt einstakt reiðarí at meta um. Til tess er trygdin á sjónum ov umráðandi.
Felagið vísir á, at vit í Føroyum hava til vana at fylgja ásetingum og lóggávu, sum grannalond okkara seta í verk.
- Men, júst í hesum førinum hevði tað klætt okkum at gingið á odda. Tað munnu vera fáar tjóðir - um yvirhøvur nøkur - har fólkið er so tætt tengt at sjónum sum í Føroyum, eins og lutfalsliga nógv fólk liva og arbeiða á sjónum so stóran part av sínum lívi.
Hjartafelagið heldur, at Føroyar tí ikki eiga at bíða eftir, hvat onnur gera, men heldur seta dagsskránna og tryggja, at okkara sjófólk hevur atgongd til lívsneyðuga hjálp, um illa vil til.
- Dømi eru um, at skjót hjálp við eitt nú hjartastartara hevur bjargað mannalívi umborð á føroyskum skipi. Tíverri eru eisini dømi um, hvat kann henda, tá eingin hjartastartari er umborð.
Felagið heldur, at her kunnu Føroyar gerast fyridømi fyri okkara grannalond.
- Føroyar eru longu fyridømi fyri okkara grannalond. Føroyar eru longu fyridømi í mongum, sum hevur við fiskiskap og sjómansskap at gera, og tað eiga vit eisini at verða, tá ræður um trygdina.
Hjartafelagið heitir tí staðiliga - einaferð enn - á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at krav um hjartastartara umborð á øllum føroyskum skipum verður partur av lóggávuni um trygd á sjónum.