Dánjal Martin Hofgaard er heimsmeistari í inniróðri, og í Sosialinum, sum kemur út í morgin, er vangamynd av meistaranum, ið m.a. sigur við blaðið:
- At seta seg einsamallur við maskinuna fleiri ferður um vikuna, krevur ein øgiligan vilja. Ein sær nógv ung, ið blaka frá sær, men um fleiri vóru líka seriøs, sum eg, so áttu Føroyar fleiri meistarar, tí fleiri hava størri potentiali, enn eg. Tí eri eg vísur í, sigur Dánjal Martin Hofgaard.
Hann hevur verið á landsliðnum í svimjing, og er barndómsvinur við Pál Joensen. Teir eru báðir úr Vági, men eru harumframt uppvaksnir í sama grannalag, á Skálabeiti í Vági. Og báðir hava skrivað seg inn í heimsítróttarsøguna.
Les vangamyndina vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum í morgin.