Føroyar krúpa ikki til krossin

- Eg havi ikki givið Mariu Danamaki ta inntrykk, at Føroyar eru viknaðar av ES-boykottinum, sigur Jacob Vestergaard.

- Eg havi ikki varhugan av, at Maria Danamaki heldur, at Føroyar fara at hoykna undir ES-boykottinum og trýstinum og fara at krúpa til krossin við einari fyri okkum vánaligari avtalu um makrelin.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, sum í kvøld hevur sitið til borðs í Kirkjubø sum vertur við fiskivinnukommiserinum í ES, Mariu Danamaki, sum gesti.

 

Samráðingar hava verið í dag, og samráðingar verða aftur í morgin millum partarnar, men landsstýrismaðurin sigur seg slett ikki duga at siga, hvat fer at koma burtur úr, tá saman um kemur.

 

- Maria Danamaki og hennara fólk eru dámlig at samskifta við, men enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvørjar vónirnar um eina møguliga loysn á trætuni eru.

 

Jacob Vestergaard ivast onga løtu í, at Maria Danamaki á síni Føroya-vitjan longu hevur sæð, at tað fyri Føroyar er ein marknaður uttan fyri ES fyri uppsjóvarfisk.

 

- Føroyar handla longu við nú tað mesta av heiminum, og tað er sjálvandi eitt stríð at noyðast út um ES við okkara uppsjóvarfiski, men hetta er ikki ein ómøgulig uppgáva.

 

Landsstýrismaðurin dylur ikki fyri, at hann fegnast um, at partarnir - hóast boykottið - nú kunnu tosa væl saman og vónandi koma nærri einum fyri Føroyar rættvísari býti.