Fríggjakvøldið skipa føroysku fólkatingslimirnir fyri tiltaki á Christiansborg í sambandi við, at mentanarnátt er í Keypmannahavn.
Tann áður lýsta skráin er nú víðkað: Kl. 19:00 verður dysturin millum Føroyar og Kasakstan eisini vístur á stórskíggja.
Annars er skráin henda:
Kl. 18.15 Klassiskur tónleikur við Miu Káradóttir og Heiðrun Petersen
Kl. 21.00 Knút Duo (Knút Háberg Eysturstein og Mattias Kapnas)
Kl. 22.00 Stanley Samuelsen
Umframt hetta fer gourmetkokkurin Leif Sørensen at borðreiða við boykottsbitum úr føroyskum makreli og laksi frá Bakkafrost.
Dyrnar lata upp klokkan 18.00, og tiltakið endar á miðnátt.









