Kurvabóltur telist ikki millum tær stóru ítróttagreinarnar í Føroyum. Tá hevur eitt felag verið aktivt í Havn í nøkur ár, og á sinni var eisini eitt í Eysturoynni.
Veruliga kappingarítrótt hevur talan tó sjáldan verið um, men nú verður eitt stórt tak tikið fyri at økja um fokus á ítróttina.
Føroyar hava nevnliga manslandslið við í ferðalagnum, sum í summar fer til Jersey at kappast á Oyggjaleikum, og vónin er, at hetta kann fáa fleiri íðkandi at sýna kurvabóltinum ans.
- Hetta er so fyrsta ferðin, at vit eru við, men tankin er ikki nýggjur. Kurvabóltsfelagið í Havn varð stovnað í 1996, og longu tá varð tosað um Oyl. Spælið datt so niðurfyri í nøkur ár, men eg var so sjálvur við til endurstovnanina, og nú hava vit altso tikið stóra stigið og meldað okkum til, sigur Janus Jakobsen, sum er ein av teimum, ið varðar av kurvabóltslandsliðnum.
- Orsøkirnar eru sjálvandi fleiri, nú vit tekna okkum til, men tað er greitt, at hetta gevur okkum ein møguleika at sammeta okkum við onnur, so vit kunnu vita, hvar vit veruliga flóta, heldur Janus, sum sjálvandi eisini vónar, at hetta kann økja um fokus á ítróttina.
- Fleiri av teimum, sum hava spælt við, eru eisini aktivir innnan aðrar ítróttagreinar, og aloftast verða hesar raðfestar framum. Ein møguleiki fyri Oyl-luttøku kann vera við til at broyta hetta, og á tann hátt kann hetta fáa stóran týdning.
Landsliðsvenjari hjá føroyska kurvabóltsliðnum verður Bjarni W. Zachariasen, og seinast í januar fara veruligu fyrireikingarnar ígongd. Venjingarumstøðurnar eru ikki av teimum bestu, og í løtuni hava spælararnir bara fimleikahøllina í Hoydølum at dúva uppá, men vónin er, at hetta verður broytt um ikki alt ov langa tíð.










