-Tað besta hevði sjálvandi verið, at allir teir fimm partarnir vóru við í avtaluni, tað vil siga eisini Føroyar, men tað vísti seg ikki at bera til. Kortini eri fegin um ta avtaluna, sum vit hava gjørt, sigur norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, við norskar fjølmiðlar.
Partarnir samdust um at luta Føroyum part av heildarkvotuni samsvarandi rammuavtaluni frá 2007.
Heildarkvotan av norðhavssild í ár er sett til 418.487 tons samsvarandi tilmælinum frá fiskifrøðini. Kvotan er góð 200.000 tons minni enn í 2013, og kemst tað av, at árgangirnir hava verið smáir tey seinastu árini.










