Føroyar ikki upp á tal at hýsa Oyggjaleikum

Føroyar hava ikki boðið seg til at hýsa Oyggjaleikunum frá 2021 og frameftir

Eftir fundin hjá altjóða oyggjaleikanevnini (IIGA) í vikuni er greitt, at fýra oyggjar hava boðið seg fram at hýsa Oyggjaleikunum í 2021 og árini eftir tað.


Tað er greitt, at Jersey er vertur í 2015, Gotland í 2017 og Minorka í 2019. Síðani hava Guernsey, Orkney, Isle of Man og Ynos Mon boðið sær til vertsskapin í árunum eftir tað.

Altjóða oyggjaleikanevndin hevur samtykt, at heldur enn eina kapping og atkvøðugreiðslu um vertsskapin, verður roynt at samráða seg fram til, hvør skal hýsa leikunum.

I løtuni eru Føroyar, sum annars høvdu boðið sær til at hava leikirnar í 2019, ikki upp á tal at hava Oyggjaleikirnar aftur.

Tá ið tað snýr seg um leikirnar í 2021, hava Føroyar fram til september í ár at boða frá áhuganum at hava leikirnar.

Á sumri næsta ár verður bindandi avtala gjørd millum IIGA og vertirnar um leikirnar í 2021.