Føroyar í flogbóltsfinaluni

Oyggjaleikir: Føroysku flogbóltskvinnurnar eru í finaluni, eftir at tær fyri løtu síðan vunnu 3-0 á vertstjóðini Bermuda

 

Tað var ongantíð nakrar ivi um úrslitið, og føroyska liðið var omaná allan dystin. Tað var bara í løtum, at Bermuda megnaði at trýsta okkara, sum hvørja ferð svaraðu aftur. Serliga gongur væl við at serva og leggja hinir undur trýst.


Føroyar skal í morgin spæla finaluna móti Saaremaa, sum fyrr í dag vann 3-0 á Grønlandi. Fleiri reaktiónir úr flogbóltsleguni hjá kvinnunum koma seinni.