Føroyar í "Den Blå Planet"

Á Kastrup í Keypmannahavn liggur “Den Blå Planet”, sum er almenna sjósavnið í Danmark. Inni í stotiliga og stóra bygninginum eru fult av fiskum og djórum, ið liva í heimsins høvum. 

Tað er ymiskt, hvat fólk halda vera sermerkt og stuttligt at síggja, men flest øll mugu halda tað vera áhugavert at síggja teir ymsu hávarnar svimja í stóra akvariinum, ið man eisini kann ganga ígjøgnum. Eisini eru fleiri otrar, sum eru kendir fyri at vera fittir og undirhaldandi. Umframt hetta eru óteljandi sløg av sermerktum smáfiskum - enntá er eitt akvarium, har man kann koyra hondina niður í, og so eta fiskarnir deyðu húðsellurnar á hond tíni.

 

Eitt, sum er serliga áhugavert fyri okkum føroyingar, er føroyska deildin. Tí ja, har er í roynd og veru ein føroysk deild á Den Blå Planet.

 

Ein stórur veggur er prýddur við grønum og bláum litum, sum ímyndar føroysku náttúruna. 

 

Á vegginum stendur nógv upplýsandi at lesa um Føroyar. Serliga nógv um lundarnar, sum danir vanliga eru sera hugtiknir av. Har stendur millum annað, at litríka nevið hjálpir at tiltrekkja maka, og at nevið missir sín lit uttan fyri verpingartíð. Eisini um ferðina hjá lundanum - hann kann flúgva upp til 80 km/t.

 

Yvirav vegginum er ein risastór montra, her fuglar og fiskar, ið liva í Føroyum, eru í. 

 

Ovara helvtin er eitt tilgjørt forberg, her likkur millum annað eru.

 

Man kann tó ikki siga, at hetta líkist vanligu føroyskum bjørgunum. Tað líktist kanska meira apubúrinum í zoologiska hava í Keypmannahavn við hasum brúnu stabbunum, men skal ivaleyst ímynda basalt-hamrum. Hóast tað kann man saktans fáa eina fatan av føroyska fuglalívinum, og tað er bara allan rós vert.

 

Á niðara partinum av montruni síggja vit føroyska havið. Her svimja eitt nú toskar og steinbítar.

 

Her eru nakrar myndir:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##