Føroyar hevur skorað flest mál í kongaríkinum

Føroyar hevur skorað fleiri mál enn Danmark á heimavølli í hesi undankappingini

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur einki stig fingið í undankappingini aftaná átta umfør eru spæld. Nú vísir tað seg, at føroyska landsliðið hevur skorað fleiri mál enn Danmark á heimavølli. Tað vil siga, at Føroyar hevur skorað flest mál á heimavølli í kongaríkinum í undankappingini til HM í Brazil 2014.

 

Danska landsliðið hevur verið í kreppu fyrr í undankappingini. Teir høvdu bert tvey stig aftaná fyrstu fýra dystinar, har teir millum annað taptu heili 4-0 fyri Armenia á heimavølli. Tað sá svart út og HM dreymurin var næstan burtur.

 

Nú sær tað fínt út. Teir hava nú 12 stig, bert eitt stig aftanfyri Tjekkia á øðrum plássi, sum gevur eitt ”play-off” pláss, ið er tveir dystir móti einum øðrum 2’ara. Í kvøld skal Danmark í Parkini spæla móti nummar Italia, sum liggur nummar eitt í bólkinum. Tíverri fyri danskarar, hevur danska landsliðið bert fingið tvey stig á heimavølli í undankappingini, og hava bert fingið eitt mál í teimum trimum heimadystunum teir hava spælt. Danskarir hava skorað færri mál í Parkini enn føroyingarnir á Tórsvølli. Føroyska landsliðið hevur skorað tvey mál á heimavølli í undankappingini.

 

Føroysku málini

Fyrsta málið: Hósdagin 12. oktober 2012 spældu føroyingar ímóti Svøríki á Tórsvølli. 11 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Føroyar hevur innkast áraka 16-meturin í høgra borið. Jónas Tór Næs kastar innkastið langt, og bólturin kemur heilt inn til fimm meturin. Bólturin rakar á høvdið á West Bromwich spælaranum, Jonas Olsson. Bólturin dettur fyri føturnar á Rógva Baldvinsson, ið smekkar til fyrstu fer. Bólturin fer í framvið Andreas Isaksson og í málið.

 

Annað málið: Týsdagin 16. oktober 2012 spældi føroyska landsliðið ímóti Írlandi á Tórsvølli. Støðan er 2-0 til írar og vit eru í 68. minutti. Føroyingar eru í álop. Føroyingar hava eitt fínt smáspæl og bólturin verður spældur út í høgru síðu, har Jónas Tór Næs kemur rennandi. Jónas tekur eitt lítið trek og skýtur bóltin innfyri, har innskifti Arnbjørn Hansen er hægstur, og stútar bóltin í málið til 2-1.

 

Danska málið:Týsdagin 26. mars 2013. Danmark er aftanfyri 1-0 ímóti Bulgaria í Parkini. Simon Kjær sendir ein langan bólt til Andreas Cornelius Hann temur bóltin við bringuni og er einsamallur við málmanninum. Har blívur hann feldur av einum verjuleikara. Dómarin bríkslar fyri brotsspark. Daniel Agger, sum til dagligt spælir í Liverpool og er liðskipari á landsliðnum, tekur brotssparkið. Hann setir bóltin sikkurt í netið til støðuna 1-1.

 

Føroyar spælir í kvøld á heimavøll móti Kasakstan, meðan Danmark tekur móti Italia í Parkini. So er spurningurin, um Føroyar framvegis er mest skorandi heimaliðið í kongaríkinum, tá dystirnir í kvøld eru spælir.