Tey 60 heiðursmerkini, sum Føroyar vunnu hesaferð merkja eisini, at vit framvegis halda fimta plássið á tí søguliga yvirlitinum við vunnum oyggjaleika-heiðursmerkjum, árini 1985 til 2015.
Føroyar hava nú vunnið 560 heiðursmerki á 16 oyggjaleikum. Vit hava hesi 30 árini vunnið 180 gull, 173 silvur, og 207 bronsuheiðursmerki.
Roknað er út frá tølunum Wikipedia gevur upp um oyggjaleikirnar millum 1985 og 2015.