Føroyar hava ov høgt útlát av vakstrarhúsgassum

Útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum er enn alt ov høgt, men okkurt bendir á, at gongdin er um at venda.

Í Føroyum er tað Umhvørvisstovan, ið hevur umsjón við føroyska vakstrarhúsgassútlátinum. Tøl frá altjóða stovnum vísa, at føroyska CO2-útlátið var 12,8 tons fyri hvønn føroying í 1992. Gongdin síðani aldarskiftið hevur verið ein støðugur vøkstur í útlátinum fyri hvønn føroying, og í 2011 var útlátið fyri hvønn føroying voksið til 15,7 tons. Til samanbering kann nevnast at miðal útlátið í Evropa er 7,1, í Danmark 8,2, í Finnlandi 9,8, í Grønlandi 10,7, í Íslandi 11,5, í Noregi 8,9, í Svøríki 5,9. Føroyar liggja við øðrum orðum væl omanfyri grannalond okkara og hava fimt hægsta útlát fyri hvønn íbúgva í Evropa, aftanfyri Gibraltar, Montenegro, Luksemburg og Malta.

Almenni føroyski veðurlagspolitikkurin er at skerja útlátið við 20 prosentum innan 2020 í mun til útlátið í 2005, og í 2013 høvdu vit seks prosent lægri útlát enn í 2015.

 

Sambært umhvørvisstovuni er stóri syndarin innan føroyska dálking oljan. Í 2013 stavaðu 94 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum frá brenning av olju. Fýra prosent stavaðu frá landbúnaði, serliga neytahaldi, og tvey prosent frá útláti av sokallaðum sterkum vakstrarhúsgassum.

 

Tað er tí eyðsæð, at skulu føroyingar minka um útlátið, er tað innan orkunýtsluna, at broyting skal fara fram, og lyklaorðið í hesum samanhangi er at minka um nýtsluna av olju. Um málið hjá at minka um útlátið við 20 prosentum í 2020 í mun til 2005 skal røkkast, má nýtslan av olju minkað úr 226.000 tonsum í 2005 til 190.000 tons í 2020.

 

Lyklaorðini fyri at minka um oljunýtsluna, eru at skifta yvir til elektriska upphiting av húsunum í Føroyum, at skifta yvir til klimavinarliga ferðslu, at gera meiri streym úr varandi orkukeldum, og at gera fiskiflotan meiri klimavinarligan.

 

Meiri um vakstrarhúsgassútlátið í Føroyum var at lesa í Sosialinum frá mánadegnum.