Colitis-Crohn Føroyar fer at skipa fyri tiltaki í Klaksvík hóskvøldið 16. oktober klokkan 19, har eitt foreldrapar fer at fortelja um, hvussu tað var, tá dóttir teirra fekk eina tarmsjúku.
Eisini fer Margret Rasmussen úr Runavík at fortelja um, hvussu tað er at vera barn og ung við einari tarmsjúku.
Í Føroyum eru tað fleiri enn 700 fólk, sum hava fingið staðfest tarmsjúkurnar Colitis Ulcerosa ella Morbus Crohn.
- Føroyar eru so óhepnar at hava heimsmet í tarmsjúkum, og verða tað staðfestir umleið 30-40 nýggir tilburðir um árið.
Dúgliga verður granskað í tarmsjúkunum, og eru Føroyar partur av altjóða verkætlan umfatandi eini 23 lond í Evropa og Asia.
Tiltakið hjá Colitis-Crohn Føroyar verður í hølunum hjá KBI í Klaksvík, og møguleiki verður eisini at spyrja.
- Øll eru vælkomin til tiltakið, sum varar í umleið tveir tímar, sigur nevndin í Colitis-Crohn Føroyar.