Føroyar hava eina stóra favorittstøðu móti Andorra

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Føroyar-Andorra

Seinnapartin klokkan 16.45 byrjar EM-undankappingardysturin millum kvinulandsliðini hjá Føroyum og Andorra á Tórsvølli. 

 

Støðan í undanbólki 3 er, at Montenegro og Grikkaland hava seks stig hvør, meðan Føroyar og Andorra einki stig hava aftaná tveir dystir í part.

 

Føroyar og Andorra hava áður møtst í trimum venjingardystum, og tá hava Føroyar verið omaná við 8-0, 3-1 og 1-0 sigrum.

 

Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystinum á Tórsvølli hava Føroyar sum ein greiðan favoritt.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Føroyar eru 1,35.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,67.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til Andorra eru 7,23.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##