Føroyar hava eina greiða favorittstøðu móti Liktinstein

Føroyar spæla venjingardyst móti Liktinstein í morgin klokkan 17

Savnsmynd frá Føroyar-Liktinstein 5-1 (3-1), ið var leiktur á Tórsvølli 7. juni í 2021

Í morgin klokkan 17 spælir føroyska A-landsliðið á áttanda sinni síðani 2000 venjingardyst móti Liktinstein.

 

Hesaferð verður dysturin leiktur í Marbella í Spania. 

 

Føroyar hava vunnið allar undanfarnu sjey dystirnar. Vit hava vunnið fýra eittmálssigrar og tríggjar greiðar sigrar. 5-1 sigurin á Tórsvølli 7. juni í 2021 er størsti sigurin Føroyar hava vunnið í altjóða fótbólti.

 

Føroyar hava eina greiða favorittstøðu hjá 12 altjóða veddingarfyritøkum til dystin í morgin. 

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,37.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 4,63.

 

Miðaloddsini upp á liktinsteinskan sigur eru 8,38, so okkara menn kunnu ikki renna undan favorittleiklutinum.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá Føroyar-Liktinstein 5-1 (3-1), ið var leiktur á Tórsvølli 7. juni í 2021