Føroyska landsliðið má enn einaferð taka við heitinum sum greiður underdog, tá ið tað sunnudagin umræður EM-undankappingardyst ímóti Rumenia á útivølli. Veddingarfyritøkurnar hava í øllum førum ikki tær stóru vónirnar til føroyska landsliðið.
Heili 68 veddingarfyritøkur bjóða odds upp á dystin. Verður hugt at odds-marknaðinum, so eru tekin um, at veddingarfyritøkurnar eru rættiliga ósamdar um hvussu stórar møguleikar Føroyar skulu hava at vinna dystin. Uttan iva er hetta íkomið vegna óvæntaða sigurin ímóti Grikkalandi.
Bet3000 er tann fyritøkan, sum hevur hægsta oddsið upp á Føroyar. Hon bjóðar odds 30. 5Dimes hevur hinvegin størri vónir til Føroyar og hevur lægsta oddsið á marknaðinum, sum er 12,34. Tað eru annars fleiri av fyritøkunum, sum hava oddsið heilt niðri á umleið 13.
Tað mest eftirfarandi er tó at rokna miðal hjá teimum 68 veddingarfyritøkunum, og sambært tí, so er 83% møguleiki fyri at Rumenia vinnur, 12% fyri javnleiki og einans 5% møguleiki fyri at Føroyar vinna. Hetta er sami %-møguleiki sum tær mettu Føroyar at hava ímóti Grikkalandi.
EM-undankappingardysturin ímóti Rumenia verður leiktur á Ilie Oana Stadion í Ploiesti nú sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.