Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, heldur, at grov valdsmisnýtsla fer fram móti Føroyum.
- Eg sipi í fyrsta lagi til, at ES samtykti revsiheimildirnar mótvegis Føroyum í einari lógligari ósemju um okkara egna tilfeingi ella okkara felags tilfeingi - og so í øðrum lagi, at revsitiltøkini yvirhøvur vórðu framd.
Hann vísir á, at tað at Rusland at kalla ger innrás í Ukraina, kann broyta allan okkara veruleika.
- Vit hava nú verið boykottað av Danmark og ES tað mesta av einum ári, og samstundis hava vit verið noydd at brúka júst ukrainska og russiska marknaðin.
Høgni Hoydal vísir á, at nú standa Føroyar í eini støðu, har vit framvegis eru boykottað av ES, og samstundis er Danmark saman við ES og viðger revsitiltøk mótvegis Ruslandi.
- Men, hesi tiltøk, sum danir saman við ES viðgera, eru slett ikki av somu stødd ella somu styrki, sum tað boykottið, ið Føroyar hava fingið.
Høgni Hoydal hevur nú sett løgmanni, Kaj Leo Johannesen, nakrar ítøkiligar spurningar um, hvussu ætlanin er at takkla støðuna í Ukraina.
Hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Høgna Hoydal um hetta mál í dag - við at trýsta á pílin undir myndini.