Teir eru farnir at hvíla seg í Novi Sad í Serbia, har føroyska U-21 landsliðið í kvøld stríðist ímóti serbisku heimafavorittunum.
Hundurin er ikki meiri enn hálvbardur, og enn er nógv eftir at stríðast fyri og ímóti. Men tað er einki at siga til, at lagið er gott í føroysku leguni.
Støðan er málleysur javnleikur. Heimaliðið hevur verið væl meiri á bóltinum enn føroyingarnir, sum hava vunnið tvey hornaspørk og sjáldan hava verið í serbiska brotsteiginum.
Føroyska verjuspælið hevur verið framúr væl skipað. Andrias Edmundsson og Børge Petersen hevur verið góðir í miðverjuni, og Bárður á Reynatrøð bjargaði væl, tá ið tað eftir horna úr høgru og úr stuttari fjarstøðu varð stútað ímóti málinum.
Hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze er Atli Gregersen, og hann hevur við øllum sínum altjóða royndum verið mælskur á síðulinjuni, har hann hevur hjálpt væl til at skipa verjuspælið.
Føroyska liðið sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsenb, liðformaður, Lukas G. Giessing – Ragnar Skála – Jonn Johannesen
Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard, Jóhann Hansson Joensen, Jónas Warner, Jóhan Renéson Thomsen, Ingi Jonhardsson, Aleksandur Ó. Jensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen