Føroyar halda tørn

Jóannes Bjartalíð var um reppið at leggja Føroyar á odda

Mynd: Janek Skarzynski/AFP/Ritzau Scanpix

Pólland hevur, sum tað var roknað við, verið omaná í fyrra hálvleiki í EM undankappingardystinum í Warzawa.

 

Men støðan er framvegis málleysur javnleikur. Pólland hevur verið í fleiri støðum, men tað er ikki eydnast at umseta nakran møguleika til mál. Ein tann størsti møguleikin higartil var, tá ið Jóannes Bjartalíð, sum í útgangsstøðu er ytstur á miðvøllinum í vinstru, sneiddi seg framvið ein og so ein aftrat, men tá ið hann ætlaði at smekka til, fór bólturin eitt vet ov langt frá honum, og so blokeraði ein av heimamonnunum.

 

Mattias H. Lamhauge verjir føroyska málið, og hann hevur verið sera sannførandi bæði á málstrikuni og í brotsteiginum.

 

-Teir hava verið vandamiklir onkra ferðina, men Mattias hevur verið tryggur. Teir hava undanfarnu ferðirnar ikki roynt seg við sendingum í bakrúmið, men tað hava teir gjørt í dag, og vit hava taklað støðurnar væl, sigur Eli Hentz hjálparvenjari í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe hjá KvF.

 

Mynd: Janek Skarzynski/AFP/Ritzau Scanpix