Føroyar geva skotum ein skarpan gang

Eftir fyrra hálvleik er tað framvegis málleyst á Tórsvølli, har føroyingar avgjørt ikki hava staðið aftanfyri mótstøðumenninar

Tað er helt gott lag á Tórsvølli, har Føroyar og Skotland í løtuni spæla HM undankappingardyst.

 

Nú teir eru farnir at hvíla seg, er støðan framvegis málleysur javnleikur.

 

Føroyar hava spælt ein fínan hálvleik. Føroysku spælararnir hava megnað at varðveita bóltin í longum løtum, tað er eydnast at tippa væl fyri í borðunum, tá ið skotar hava roynt at leypa á, og Føroyar hava havt fleiri upplagdar málmøguleikar enn mótstøðumenninir.

 

Jóan Símun Edmundsson var í heilt góðari støðu í brotsteiginum, tá ið fimm minuttir vóru farnir, Ári Mohr Jónsson hevði góða skotroynd miðskeiðis í fyrra hálvleiki og bara lítla løtu seinni var um reppið, at Sonni Ragnar Nattestad skoraði, tá ið hann úr góðari støðu og eftir innlegg frá Brandi Hendriksson Olsen stútaði bóltin omanfyri málið.

 

Skotar hava ikki megnað at pressa føroyingar aftur í egnan brotsteig, tað hava ikki verið nógvar spentar støður í føroyska brotsteiginum, har Teitur Matras Gestsson hevur verið sera tryggur, og leikferðin er soleiðis, sum føroyingar vilja hava hana at vera.

 

-Vit eru sera væl nøgdir við avrikið higartil. Eg fari ikki at siga, at tað bara hevur gingið fyri seg eftir okkara fyritreytum, men tað er hugaligt, at støðan er, sum hon er. Hetta hevur kostað nógva orku, men vit fara ikki at gera broytingar beinanvegin eftir steðgin, sigur føroyski hjálparvenjarin Eli Hentze í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe hjá KvF á veg undir tak.

 

 

 

Føroyar – Skotland (0-0)

 

Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (Hørður Askham, 58.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Petur Knudsen, 59.) – Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar, Ári Mohr Jónsson – Jóan Símun Edmundsson