Føroyar gera tað ómøguliga møguligt

Tá vit seta tjóðina og sjálvbjargnishugsjónina í miðdepilin, byggja vit land, og henda hugsjónin skal áhaldandi berast fram á fólkatingi næstu árini.

Tá vit seta tjóðina og sjálvbjargnishugsjónina í miðdepilin, byggja vit land, og henda hugsjónin skal áhaldandi berast fram á fólkatingi næstu árini.

Okkum tørvar at varpa ljós á, at í Føroyum býr eitt fólk, sum í hjartanum er sjálvbjargið og mennir sítt land hvønn dag við áræði og treysti.

Okkum tørvar at seta okkum mál fyri, hvørjar Føroyar vit vilja hava um 10-15 ár. Skal framtíðin byggja á pengar og náði frá øðrum ella okkara egna mátt og vilja?

Í mínum hugaheimi er ongin ivi. Vit skulu byggja okkara loysnir á egnan mátt og vilja, eins og vit gera í vinnulívinum og ítróttinum.

Hvør hevði trúð fyri 25 árum síðan, at føroyska alivinnan fór at gerast tann fremsta í heiminum og fyrimynd hjá øðrum? Hvør hevði trúð, at føroysk flogvinna fór at fáa altjóða virðislønir?

Hvør hevði væntað í 1993, tá bara tveir føroyingar arbeiddu í oljuvinnuni, at 1.100 føroyingar fóru at vera í oljuvinnuni í dag?

Hvør hevði væntað í 1988, at Føroyar fóru at vinna á Grikkalandi í fótbólti í 2014? Og hvør hevði væntað, at vit fóru at hava ein svimjara, Pál Joensen, í heimsflokki?

Onki mark er fyri, hvussu langt vit kunnu røkka, um vit bara vilja, og ferð eftir ferð hava vit prógvað, at vit kunnu gera sjálvt tað ómøguliga møguligt.

Komi eg á fólkating, fari eg áhaldandi at vísa á, at í Føroyum býr eitt fólk, sum megnar at ráða sær sjálvum, og sum vil fram í heiminum undir egnum flaggi.
 
 
Magni Arge, fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi