Tað er vorðið alsamt meir vanligt at síggja Føroyar á listum, í dagbløðum og heimasíðum, yvir áhugaverd og hugtakandi ferðamál. Herfyri vóru Føroyar á triðja plássi hjá heimasíðuni queerty yvir hugtakandi ferðamál í 2015. Tailand var á fyrsta og Curacao á øðrum plássi.
Guðrið Højgaard, leiðari á Visit Faroe Islands, sigur at grundirnar til at ferðafólk koma hendan vegin eru ymiskar. Seinastu fáu árini hevur fokus verið á Føroyar í nógvum stórum altjóða miðlum, og av tí sama eisini í smærri miðlum runt í heiminum. Føroyar hava fingið avbera góð skoðsmál í ymisku miðlunum, og dentur hevur serliga verið lagdur á náttúruna og mentanina her heima.
- Í løtuni eru vit við á heimsins listum yvir áhugaverd støð at vitja, av tí at vit hava havt pressuumrøðu í fimm teimum størstu tíðinda miðlunum í heiminum. Tað er týdningarmikil máti at fáa fólk til Føroyar uppá, sigur hon.
Fyrr vóru ferðafólkini, sum vitjaðu miðalaldraði, men nú sær ferðavinnan broyting á økinum, og eftirspurningurin frá yngri fólki er vaksandi. Tað er serliga matvinnan og lekru vørurnar, sum gjørdar verða her heima, sum lokka.
Tó heldur Guðrið Højgaard at ferðafólkið sum vitja Føroya ikki neyðturviliga kunnu bólkast í aldursbólkar, men heldur eru áhugamál avgerandi, um ein velur Føroyar sum ferðamál. Hetta eru áhugamál so sum fiskur, mentanarlig tiltøk, túrar í náttúruni, marathon, bindi festivalurin, tónleika festivalar og annað. Visit Faroe Islands hevur eisini nýtt komandi sólarmyrkingina sum agn, við at varpa ljós á hini tilboðini sum eru í landinum, tá áhugi er vístur fyri sólarmyrkingini.