Føroyar framá

Føroyska mansliðið í hondbólti hevur vunnið seg eitt vet upp eftir altjóða styrkislistanum hjá hondbóltssamgonguni IHF.

Hjá monnunum liggja Føroyar nummar 40 av 46 londum. Menninir hava klintra tvey pláss eftir at teir lógu nummar 42 í 2014.

 

Hjá kvinnunum liggja Føroyar nummar 33 av 40 londum. Kvinnurnar lógu eisini nummar 33 í 2014 og standa sostatt í stað.

 

EHF hevur kunngjørt styrkilistan yvir hondbóltstjóðir í Evropa fyri 2015. Føroyar liggja í løtuni á nummar 34 av 45 hondbóltstjóðum. Listin byggir á samlaða virksemi og úrslitini hjá monnum, kvinnum og ungdómslandsliðum.