Í samband við, at Ísland, Noreg, Grønland og Føroyar taka undir við revsitiltøkunum hjá ES ímóti Russlandi, sum geva russiskum embætisfólki persónligar avmarkingar, er russiska uttanríkisráðið nú komið við sínum svari.
Sambært skrivinum her niðanfyri, sum vit hava gjørt eina roynd leystliga at umseta í google translate, skulu níggju embætisfólk hjá Íslandi, 16 hjá Noregi, trý hjá Grønlandi og trý hjá Føroyum ikki vísa seg í Russlandi.
Í skrivinum hjá russiska uttanríkisráðnum verður víst til eina reglu um innferðarloyvi til Russlands, dagfest 15. august 1996, og sambært nýggju støðuni, sum Russland nú hevur tikið, verður ikki loyvt umboðsfólkunum úr nevndu londum - íroknað Føroyar - at koma inn í russiskt øki.
Sum skilst, er talan um ein lista við ávísum tali av persónum í nevndu londum, sum nú hava fingið innferðarforboð í Russlandi.
##med2##












