Føroyar fáa útflutningsráð

Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað.

Útflutningsráð Føroya verður nú sett á stovn.

 

Fremsta uppgávan hjá nýstovnaða ráðnum verður støðugt at betra um marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum og tænastum uttanlands.

 

Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, ið tryggjar eina betri marknaðaratgongd.

 

- Í sínari stremban eftir at veksa og betra um sítt virksemi, leita fleiri fyritøkur og vinnurekandi støðugt eftir nýggjum marknaðum og samstørvum uttanlands.

 

Tað sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. 

 

- Útflutningsráðið verður sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan.

 

Løgmaður sigur, at ráðið millum annað fer at gera tilmæli, hvørjir marknaðir ella hvørjar vinnugreinar eiga at verða sett í miðdepilin.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er eitt av málunum í samgonguskjalinum at seta á stovn er eitt útflutningsráð.

 

Útflutningsráðið verður mannað við sjey limum, ið verða tilnevndir av løgmanni fyri eitt tvey ára skeið.

 

Landsstýrismenninir í vinnumálum, fiskivinnumálum og mentamálum, tilmæla hvør ein mann og eina kvinnu í ráðið.