Føroyar fáa formannskapin í NWWG-arbeiðsbólkinum

NWWG er tann arbeiðsbólkur, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi.

Mynd og tekstur: Havstovan á www,hav.fo

Í januar 2024 fór fram formansfundur hjá Altjóða Havrannsóknarstovninum (ICES) og høvdu Føroyar (Havstovan) eitt umboð á fundinum.

 

 

 

Helga Bára Mohr Vang hevur átikið sær uppgávuna at leiða “North Western” arbeiðsbólkin (NWWG) næstu trý árini.

 

NWWG er tann arbeiðsbólkurin í ICES, sum umsitur stovnsmetingar og ráðgeving av botnfiskastovnum í norður-vestur Atlantshavi.

 

Hetta eru havøkini kring Føroyar, Ísland og Eysturgrønland. Síðstu ferð Føroyar høvdu formanskapin var í 2012-2014, og tá var Petur Steingrund formaður.

 

 

 

NWWG er ein av elstu arbeiðsbólkunum í ICES og var settur á stovn í 1950’unum og útgav sína fyrstu frágreiðing í 1961. Jákup Sverri Joensen, fyrsti føroyski fiskifrøðingur, var tá føroyska umboðið í bólkinum.

 

 

 

(Tíðindaskriv frá Havstovuni)

 

Mynd og tekstur: Havstovan á www,hav.fo