Føroyar fáa 156.000 tons av makreli

Hóast Føroyar nú eru við í makrelbýtinum, er føroyski parturin størri, enn hann var við eginkvotuni í 2013.

Hóast in.fo hevur ringt til Jacob Vestergaard nógvar ferðir í kvøld, hevur ikki eydnast at fáa fatur í landsstýrismanninum um makrelavtaluna, sum er undirskrivað í London í kvøld.

 

Einki er á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, og ei heldur er nakað alment tíðindaskriv komið um undirskrivaðu avtaluna.

 

Alt bendir tó á, at tey 12,6 prosentini, sum er føroyski parturin, svara til 156.000 tons í 2014, sum er nøkur tons fleiri enn eginkvotan, sum Føroyar áettu sær í 2013.

 

Parturin, sum ES kannar sær, er 611.000 tons, meðan norski parturin er 279.000 tons.

 

Enn er ikki endaliga greitt, hvussu nógv tons av makreli londini sær sleppa at fiska inni hjá hvørjum øðrum.

 

Tá tað var sildatrætan, ið førdi til handilsforðingarnar, sum ES setti mótvegis Føroyum, er hetta málið eftir øllum at døma ikki loyst enn, tó at semjan um makrelin nú er komin upp á pláss.

 

Enn eru nógvir leysir endar í avtaluni og í viðurskiftunum partanna millum, sum almenningurin ikki hevur fingið neyva kunning um.

 

Eydnast tað at fáa fatur á landsstýrismanninum í kvøld, venda vit aftur til semjuna og onnur viðurskifti í hesum sambandi.