Føroyar eru vorðnar mítt heim

Teldupostur dró Gretchen úr Minnesota til Føroya

Árið er 2014. Í lítlu bygdini Brownton í amerikanska statinum Minnesota situr ein tannáringur og leitar á netinum. Hon er 17 ára gomul og gongur á miðnámsskúla. Hon er forvitin av lyndi og hevur sett sær fyri at læra so mong av heimsins tungumálum, sum yvirhøvur til ber. Á netinum leitar hon sær ymsar heimasíður og upplýsingar fram og skapar sambond við fólk um allan heim. Hon søkir sær pennavinir.

 

Pling! Brádliga kemur telduposturin, sum koppar øllum á høvdið og kollveltir lívið hjá ungu gentuni.

 

Telduposturin kemur úr einum púra fremmandum og ókendum landi. Úr Føroyum.

 

– Eg má viðganga, at eg svaraði ikki beinanvegin. Eg hevði ongantíð hoyrt um Føroyar áður og visti ikki, at tað var til. Eg kannaði málið og leitaði á heimskortinum. Men eg fann ikki landið og ivaðist, um talan mundi vera um eitt fiktivt og íspunnið land, sigur hon.

 

Gretchen Karinardóttir Rasmussen er í dag 26 ára gomul og búsitandi í Saltangará. Hon eigur tvey børn saman við føroyskum manni, sum hon ikki longur er saman við.

 

Tað var telduposturin úr Føroyum, sum dró Gretchen hendavegin. Fyrstu trý árini ferðaðist hon javnan millum Minnesota og Føroyar. Men síðani februar í 2017 hevur hon verið fastbúgvandi í Føroyum og hevur ikki vitjað aftur í Minnesota.

 

– Eg dugi illa at ímynda mær eina framtíð aðrastaðni, tí Føroyar eru vorðnar mítt heim. Tað er í Føroyum, at eg eri ment og búnað sum menniskja, og tað er her, at míni børn eru fødd og hoyra til. Eg havi tað gott, trívist væl og havi nógv góð fólk rundan um meg. Eg kenni meg av sonnum hepna, sigur hon.

 

Í Sosialinum um vikuskiftið ber til at lesa longri samrøðu við Gretchen.