– Vit fara ikki at boosta Føroyar sum ferðamannaland í summar, tí alt er longu útselt.
Tað segði Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, tá hon var gestur í nýggjárssendingini hjá Kringvaprinum í gjárkvøldið.
Har greiddi hon millum annað frá væleydnaða sheepview átakinum, sum er farið rættiliga víða um heim. Í 2015 var tað sólarmyrkingin, sum setti sín serliga dám á ferðavinnuna, í fjør var tað so Sheepview. Spurd, hvat tiltak Ferðaráðið fer undir í ár svaraði Guðrið Højgaard, at tey arbeiða við ymiskum hugskotum.
– Okkara kreativa toymi arbeiðir við ymiskum hugskotum, so tað fáa vit at síggja. Men Føroyar eru rættiliga útseldar longu nú – í øllum førum summarið 2017, so vit fara ikki at boosta summarið meira, segði Guðrið Højgaard.
– Tað er í veruleikanum fyrstu ferð, at okkum als ikki nýtist at marknaðarføra summarið, segði Guðrið Højgaard.
Hon segði, at tey á Visit Faroe Islands fara tí at leggja størri dent á »shoulder season« – sum er tíðin kring summarsesongina – og á lágsesongina framyvir.