Úrslitini av PISA-kanningini, sum bleiv gjørd í mars mánaði í fjør, vísa, at Finnland er tað norðurlandið við besta úrslitinum.
Hóast afturgongd fær Finnland enn flest stig í PISA-kanningini, og tað gera finsku næmingarnir innan øll trý fakøkini, sum eru lesing, støddfrøði og náttúruvísindi.
Í næsta bólki liggja Danmark og Noreg. Harnæst liggja Ísland og Svøríki, meðan Føroyar liggja niðast. Sostatt eru Føroyar tað norðurlandið, ið er vánaligasta landið í kanningini samanborið við hini norðurlondini.
Hóast føroysku úrslitini framvegis liggja undir miðal, eru Føroyar einasta norðurland, sum kann staðfesta positivar broytingar í úrslitinum innan støddfrøði.
Munurin millum Føroyar og hini norðurlondini sæst serliga væl í lesing og náttúruvísindi. Her eru føroysku úrslitini eisini sera vánalig, og kanningin hesaferð staðfestir, at støðið er alt ov lágt, serliga innan hesi bæði økini. Tó er líkt til, at Føroyar hava størri framgongd í lesing enn hini norðurlondini, har Danmark og Noreg standa í stað, og Finnland, Svøríki og Ísland fara aftur.
Innan støddfrøði hava føroysku næmingarnir fingið 468 stig, og eru sostatt á einum 41. plássi á tí økinum. Harafturímóti fingu næmingarnir í íslandi og Danmark ávíkavist 493 og 500 stig.
Á lesiøkinum liggja Føroyar á einum 46. plássi við 443 stigum, meðan føroysku næmingarnir eru á einum 48. plássi í náttúruvísind, har stigini vóru 443.
Ikki óvæntað er tað Shanghai-Kina, sum liggur á ovastu rók í kanningini, har kinesisku næmingarnir hava fingið umleið 600 stig á øllum økjum.