Føroyar eru Old meet New

Tað var Johan Dahl, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, ið bjóðaði vælkomin og setti dagin.

 

- Í dag er byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið innan føroyska ferðavinnu, og okkara mál er, at vit skulu hava nógv fleiri ferðafólk til landið, segði Johan Dahl.

 

Hann vísti á, at vit liva í eini veiðimentan, men eru samstundis eitt framkomið samfelag

 

- Vit eru umgird av havinum, av bergi og fjøllum, har mentan og matur er ein spennandi samanrenning hjá ferðafólki. Okkara gerandiskostur er veruliga spennandi gourmet fyri útlendingar, segði Johan Dahl.

 

Landsstýrismaðurin hevur altíð verið áhugaður í føroyskari ferðavinnu og heldur, at Føroyar eru eftirbátur í ferðavinnu vøkstrinum, sum hevur verið at sæð á altjóða stigi.

 

- Vit mugu raðfesta ferðavinnuna, og vit hava endurstovnað Ferðaráð Føroya, og vit hava eisini tvífaldað játtanina til ferðavinnuna. Eg trúgvi upp á Føroyska ferðavinnu, segði Johan Dahl.

 

Hann førdi fram, at vit eru í harðari kapping við onnur ferðamál, og tí skulu Føroyar marknaðarførast við upplivingum, hotellum og matupplivingum.

 

- Vit vilja hava nøgd ferðafólk, tí tað er sannlíkt, at nøgd ferðafólk koma aftur. Og virði í tí talu, sum fer munn av munni um góðar upplivingar skulu ikki undirmetast, segði Johan Dahl.

 

Hann rósti eisini átakinum at skilta Føroyar.

 

- Góð tænasta er ein fortreyt, og tað manglar ofta í Føroyum. Skelting er eitt dømi, og har vil eg takka Ferðaráð Føroya við tí góða tiltaki at skelta Føroyar, tí um tað at føroyingar vita, hvussu Føroyar síggja út, merkir tað ikki, at útlendingar eisini gera tað, segði Johan Dahl.

 

Sí myndatema frá framløguni í Norðurlandahúsinum HER.