Føroyar eru ikki ov lítlar

Løgmaður hevur framíhjárættindi, tá hann tosar við leiðarar úr øðrum londum, og tá hevur hann ávirkan, hóast Føroyar eru lítlar, sigur Jacoba Kruse, aðalskrivari hjá Amnesty Føroya deild

 

 

Jacoba harmast útsagnirnar hjá løgmanni um, at hann ikki tók mannarættindini upp á tungu, tá hann í farnu viku fundaðist við leiðarar úr Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi. Hetta hóast Amnesty í áheitan umvegis fjølmiðlarnir hevði víst á týdningin av, at hesi mál eisini vórðu umrødd á ferðini.

 

- Eg haldi at tað er harmiligt, at tað ikki verður víst á hesi viðurskifti. Hetta er eitt høvi, har løgmaður annars kundi víst á, hvørji grundleggjandi mannarættindi vit í Føroyum – vónandi – hava, sigur Jacoba Kruse.

 

Hon vísir eisini á, at í øðrum londum eru dømi um, at politiski myndugleikin hevur spurt Amnesty um støðuna viðvíkandi mannarættindum, áðrenn farið verður á slíkar ferðir. Eitt nú sigur hon, at Ongland ta einu ferðina fekk leyslatið fleiri samvitskufangar í Burma, tí myndugleikarnir høvdu tosað við Amnesty, áðrenn farið var á uttanríkisferð.

 

Les eisini: Ikki ráð til mannarættindi

 

Og so leggur Jacoba afturat, at hon ikki er sannførd um, at Føroyar eru ov lítlar til at gera nakran mun, soleiðis sum løgmaður annars vísir á í sínum svari til Sosialin í dag.

 

- Løgmaður tosar við tey fólkini, sum hava ávirkan, tá hann er á eini slíkari ferð. Tað er ein beinleiðis atgongd til valdshavararnar, og tá hevur støddin hjá Føroyum minni at siga enn persónliga sambandið, sigur Jacoba.

 

Hon veit ikki at siga, um Amnesty ger meira við hetta mál her og nú. Men ársfrágreiðingin hjá felagsskapinum kemur ætlandi út í desember, og tá er upplagt, at ljós verður varpað á týdningin, sum slíkar vitjanir hava, sigur hon.