Føroyar eru í U21 HM fjórðingsfinaluni

Føroyar vunnu 33-27 á Brasil í millumbólki 2 í HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi

Mynd: IHF

Føroyar vunnu 33-27 á Brasil í millumbólki 2 í HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi, og eru saman við Portugal víðari til fjórðingsfinalurnar úr millumbólki 2. 

 

Føroyar vóru á odda 16-13 í steðginum.

 

Í morgin klokkan 14.45 spæla Portugal og Føroyar ein "ókeypis" dyst.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu sum skoraði heili 13 mál gjørdist dagsins leikari. Hákun West av Teigum var eisini knáur og skoraði 10 mál. Hallur Danielsen frá HSF sigur við KVF, at væntandi er, at fleiri lyklaleikarar vera spardir í dystinum móti Portugal í morgin. 

 

Málverjararnir, fyrst og fremst Pauli Jacobsen høvdu eitt bjargingarprosent upp á 31 prosent. Aleksandar Lacok kom á vøllin seinastu løtuna, og hann hevði tvær framúr góðar bjargingar, og hann skoraði eisini seinasta málið í dystinum. 

 

Føroyar skoraðu upp á 67 prosent av málmøguleikunum hjá sær, meðan Brasil skoraði upp á 63 prosent av málmøguleikunum hjá sær. 

 

Málskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 13/21, Hákun West av Teigum 10/14, Ísak Vedelsbøl 3/3, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2/2, Janus Dam Djurhuus 2/4, Aleksandar Lacok 1/1, Kristoffur Bjørgvin 1/1, Pauli Mittún 1/2. 

 

Mynd: IHF