Føroyar eru í hálvfinaluni í Emerging Nations Cup-kappingini, sum verður leikt í Kosovo. Tað er greitt aftaná dagsins fjórðingsfinalu ímóti Kamerun, ið byrjaði klokkan 11.30.
Talan var um ein tættan dyst, men kortini høvdu Føroyar munin allan dystin á tamb. Serliga leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, har hálvleiksstøðan gjørdist 13-11 til Føroyar. Í seinna hálvleiki megnaði Kamerun tó ikki at fylgja við føroysku monnunum. Endaliga úrslitið gjørdist 26-21 til Føroyar.
Í hálvfinaluni skulu Føroyar spæla ímóti antin Estlandi ella Kosovo, ið leika fjórðingsfinalu sínamillum.