Føroyar eru í bólki við Turkalandi

Lutakastið ber við sær, at Føroyar sleppa undan longu ferðini heilt eystur í Europa

So er tað greitt, hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti í Nations League kappingini, sum verður í 2022.

 

Í UEFA høvuðsborgini í Lyon hevur lutakast verið seint seinnapartin um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í Nations Legaue kappingini.

 

Føroyar eru í bólki C 1 saman við Turkalandi, Luksemburg og Litava. Marran var, at luturin skuldi fella soleiðis, at mótstøðuliðini vóru eystari frá í Europa.

 

At Føroyar skulu spæla ímóti Turkalandi, Luksemburg og Litava kann ikki sigast annað enn at vera gott lutakast.

 

Føroyar hava fleiri ferðir áður verið í undankappingarbólki saman við Luksemburg og Litava.

 

Føroyar hava einaferð áður – fyri 30 árum síðani – spælt landsdyst ímóti Turkalandi. Talan var um vinardyst á ovara vølli í Gundadali 15. juli í 1991. Sepp Piontek var venjari hjá Turkalandi, og úrslitið var 1-1. Todi Jónsson var fyri fyrstu ferð á landsliðnum, og hann legði stutt eftir steðgin og við skoti av brotsteigarmarkinum Føroyar á odda, og Turkaland javnaði, tá ið tað restaðu 12 miuttir.

 

Teir seks dystirnir vera spældir í juni og september 2022.

 

 

 

C raðið

 

Bólkur 1

 

Turkaland

 

Luksemburg

 

Litava

 

Føroyar

 

 

 

Bólkur 2

 

Norðurírland

 

Grikkaland

 

Kosovo

 

Kypros/Estland

 

 

 

Bólkur 3

 

Slovakia

 

Hvítarussland

 

Aserbadjan

 

Kasakstan/Moldova

 

 

 

Bólkur 4

 

Bulgaria

 

Norðurmakedonia

 

Georgia

 

Gibraltar