Føroyar eru fyri vanbýti

Tað elvir ofta til marknaforðingar millum Føroyar og hini norðurlondini, at tey eru við í ES ella EBS samstarvinum, meðan Føroyar standa uttanfyri

Eins og fleiri av hinum landsstýrisfólkunum er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og norðurlendskur samstarvsráðharri, hesa vikuna á ársfundi í Norðurlandaráðnum, sum verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

 

Í dag hevur Poul Michelsen lagt fram frágreiðingina hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum um marknaforðingar í Norðurlondum. Í framløguni legði landsstýrismaðurin serligan dent á týdningin av at styrkja flytiførið í Norðurlondum. Fyri Føroyar er tað av stórum týdningi, at arbeiðið við marknaforðingum heldur fram. Ein orsøk til hetta er, at Føroyar eru uttanfyri ES og EBS. Hetta elvir ofta til marknaforðingar fyri Føroyar, um hini Norðurlondini ikki gáa eftir, tá nýggj ES-lóggáva verður sett í verk.

 

Landsstýrismaðurin hevur fleiri fundir og tiltøk á skránni hesar dagarnar í Reykjavík.