Tað er eitt lítið stuttligt hugarák, at Føroyar eru ein felagsnevnari, tá tosast og skrivast skal um landsliðsyrkisleiðirnar hjá Zlatan Ibrahimovic og Morten Olsen.
Tá Morten Olsen stóð á odda fyri danska landsliðnum á fyrsta sinni varð tað á Tórsvølli 16. august í 2000. Danmark vann 2-0 á Føroyum eftir hálvleiksstøðuna 0-0. 6.500 áskoðarar vóru eygnavitni til fyrsta dystin Morten Olsen var venjari hjá danska landsliðnum. Í kvøld stóð Morten Olsen á odda fyri danska landsliðnum á seinasta sinni. Morten Olsen náddi 168 landsdystir, sum venjari hjá danska landsliðnum.
Zlatan Ibrahimovic hevur spælt 111 landsdystir fyri Svøríki, og hevur skorað 62 mál í hesum 111 landsdystunum. Fyrstu landsdysturin Zlatan spældi varð í innandura fótbóltshøllini í Växsjö 31. august í 2001. Føroyar vóru mótstøðuliðið henda dagin, og megnaðu okkara menn 0-0 ímóti Svøríki og Zlatan hendan dagin.
Í undanfarnu HM-undankappingini taptu vit tepurt 1-2 og 0-2 ímóti Svøríki og Zlatan, sum vóru ikki lítið hepnir ímóti okkara monnum í báðum dystunum, ikki minst í 1-2 dystinum á Tórsvølli.