Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er í hesum døgum í Kosovo fyri at spæla tveir HM-undankappingardystir móti Kosovo.
Fyrri dysturin har Føroyar tekniskt eru heimaliðið verður leiktur í kvøld klokkan 18.30. Seinni dysturin verður leiktur leygarkvøldið klokkan 18.30. Samlaði vinnarin fer víðari til eitt Play Off umfar móti sterkari hondbóltstjóð um rættin at sleppa til HM-endaspælið í desember 2023.
Sambært 10 altjóða veddingarfyritøkum eru Føroyar greiður favorittur at vinna dystin í kvøld, hóast dysturin verður leiktur í Kosovo.
Oddsini uppá føroyskan sigur í kvøld liggja millum 1,30 og 1,37, ið er ein greið favorittstøða.
Oddsini uppá kosovanskan sigur í kvøld liggja millum 4,00 og 4,33, hóast dysturin verður leiktur í Kosovo.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 9,00 og 11,00.
HER eru oddsini:
##med2##