Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti avrikaði væl í fyrra Play Off dystinum móti Litava í høllini við Tjarnir.
Føroyar vunnu 36-26, og hava harvið eitt sera gott útgangsstøðið til returdystin í Jonova í Litava.
Seinni dysturin verður sunnudagin klokkan 14, tað er klokkan 16 litaviska tíð. Samlaði vinnarin tekur lut í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi.
Væntandi er, at Litava fer at avrika betri á heimavølli. Tó eru Føroyar greiðir favorittar at vinna seinna dystin.
Níggju altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Føroyar sum greiðan favoritt.
Miðaloddsini upp á litaviskan heimasigur eru 7,33.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 11,33.
Miðaloddsini upp á føroyskan útisigur eru 1,15.
HER eru oddsini:
##med2##