Føroyar eru á 123. plássi

Stigatalið hjá Føroyum á styrkislistanum er lækkað við 11,95 stigum

FIFA hevur fyri síðstu ferð í ár kunngjørt, hvussu FIFA styrkislistin sær út. Tað hava ikki verið so nógvir landsdystir, og tí eru broytingarnar fáar og smáar.

 

Føroyar vóru á 123. plássi á listanum, og Føroyar eru á 123. plássi. Broytingin er, at stigatalið, sum er úrslit sambært ásettu útrokningunum, er 1136,99, sum er 11,95 lægri, enn tað var, tá ið listin síðst varð dagførdur.

 

Nummar 122 er Guatemala við 1138,4 stigum, og nummar 124 er Sudan við 1135,89 stigum. Fyri einum ári síðani vóru Føroyar á 107. plássi. Hægstu styrkismetingina áttu Føroyar í 2016, tá ið Føroyar vóru á 83. plássi.

 

Ovast á listanum eru Belgia, Brasil, Frakland, Ongland, Argentina, Italia, Spania, Portugal, Danmark og Niðurlond, sum er nummar 10. Týskland er nummar 11 og USA nummar 12. Svøríki er nummar 18, Skotland nummar 38, Noreg nummar 41, Finnland nummar 58 og Ísland nummar 62.