Altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, hevur í dag kunngjørt nýggjasta FIFA styrkilistan. Føroyar eru nummar 97, eftir at vit vóru nummar 89 á seinasta listanum. Tað er ein afturgongd upp á átta pláss. Føroyar hava ikki verið í dysti síðani seinasti listin kom út.
Vit liggja millum Togo og Kenja, sum eru ávikavist nummar 96 og 98. Av UEFA londunum eru Estland og Letland nærmast okkum á nummar 93 og nummar 101.
Føroyar settu í summar met, tá vit rukku nummar 74 á listanum. Í miðal hava Føroyar verið nummar 134 síðani styrkilistin kom í gildi. Hóast talan er um afturgongd, so eru Føroyar í løtuni á einum aldurkambi, heldur enn einum aldurdali.










