Føroyar enda sum oligarki

Nakrir fáir einstaklingar, sum ár eftir ár ríka seg upp við at fáa tillutað fiskirættindi fyri milliónir, eiga skjótt allar Føroyar, sigur búskaparfrøðingurin, Kári Petersen

Einstaklingar, sum ár eftir ár ríka seg upp við at fáa tillutað fiskirættindi fyri milliónir, eiga skjótt allar Føroyar, sigur búskaparfrøðingurin, Kári Petersen, sum ávarar ímóti oligarki

Í fleiri ár hevur politiska skipanin latið stór virðir út til nakrar fáar einstaklingar. Hetta fær álvarsamar avleiðingar fyri landið, sambært Kára Petersen, búskaparfrøðingi.

- Landsstýrið skrivar út fiskiloyvir fyri fleiri ár framyvir. Einki forðar hesum persónum í at selja tey fyri milliardir. Samfelagsligu avleiðingarnar av hesum langu loyvum uttan lógarásett tilfeingisgjald eru álvarsamar, sigur Kári Petersen.

Hann ávarar ímóti, at ein miðsavning av valdinum fer fram, og at Føroyar verða eitt oligarki - ella fámannaveldi.

- Miðsavningin av valdinum førir til, at nøkur fá fólk fara at eiga milliardir, og tey fara eftir nøkrum árum at ráða yvir restini av føroyska vinnulívinum og samfelagnum annars, sigur hann.

Hetta sæst til dømis í Íslandi og Russlandi.

Lógin um vinnuligan fiskiskap er frá 1994. Hon sigur, at fiskurin, sum livir í sjónum, er ogn Føroya fólks, men heimilar landsstýrinum at skriva út fiskiloyvir yvir 10 ár.

Við at geva loyvir í 10 ár, loyvir landsstýrið tí persóninum, sum hevur loyvið, at selja rættindini næstu 10 árini.

Gevur loyvið eitt stórt avkast tey 10 árini, so kann loyvishavarin selja skipið við loyvinum fyri stórar upphæddir. Er loyvið til dømis vert 20 milliónir um árið, so kann skipið seljast við einum eyka virði á umleið 200 milliónir.

At selja inntøkurnar í nógv ár í framtíðini til marknaðarvirðið nú, verður nevnt kapitalisering. Tann, sum selur skip við loyvum, fær peningin. Tann, sum eftir lógini eigur rættindini (Føroya fólk), fær einki, greiðir Kári Petersen frá.

 

Les meira í vikuskiftis Sosialinum