Føroyar enda sum jalladømi

- Tað kann til tíðir kennast dapurt at búgva í einum landi, sum verður so misfarið, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Hvat minnist tú best frá 2013?

 

- At eg endaliga vandi meg við støðuna at vera uttan fyri danska heimastýrisparlamentið á Vaglinum, Føroya løgting. Tað kann annars vera trupult, tá ein hevur livað so intenst á tí bráðpannuni í bestu árunum í einum mannalívi. Annars at eg byrjaði sum býráðslimur og varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu hin 1. januar 2013, umframt at vera havnarmeistari í sama staði. Mín vón skal vera, at vit, sum manna býráðið, saman við umsitingini og fólkinum, hava kynt soleiðis undir, at vit um trý ár búgva í einum upp aftur betri býi enn honum, sum vit yvirtøku fyri ári síðan. Føroyar hava tørv á magndeplum, og eyðsýniliga er Runavík ein av teimum.

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Eingin, sum stingur seg upp ímillum soleiðis, serliga, men tá arbeiðsresið í gerandisdegnum er so kolossalt, sum í mínum føri, so er tvørsøgnin ein feria í frið og náðum. Var og vitjaði á føðioyggj míni Ærø saman við konuni, vitjaðu oynna við Marstal sum útgangsstøðu í góðar 14 dagar í summar. Veðrið var av tí fagrasta frá tí, at vit komu, til vit fóru av oynni aftur. Einki alnótasamband og eingin telefon. Fullkomuliga avstrongdur - sum ein nýkálvaður foli - kundi ein byrja arbeiðsdagin aftur.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Havi ikki upplivað nakra serskilda persónliga dramatiska hending, sum hevur bitið seg serliga fasta í heilan, men soleiðis yvirhøvur, so vil eg skjótast gjørligt gloyma, at tjóð okkara hevur verið politiskt skammriðin av mið- og málleysa og mest høgravenda landsstýrinum nakrantíð. Tað kann til tíðir kennast dapurt at búgva í einum landi, sum verður so misfarið, tá man veit, hvussu vælsignað øll kundu havt tað í føroyska vælferðarsamfelagnum, um fordeilingsmynstrið var øðrvísi. Við verandi gongd enda Føroyar sum eitt jalladømi um nøkur fá ár, har nøkur heilt fá hava nógv og mong ov lítið, hóast hesi seinnu eisini eru javnbjóðis partaeigarar í Fólksins ogn, tilfeinginum, alt íkomið av skilaleysa politikkinum hjá samgongunum, ið hava rátt fyri borgum síðani 2004.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- At henda vandamikla høgrastjórnin hjá Kaj Leo verður varpað frá valdinum sum skjótast, og at ein nýggj landsstýrissamgonga verður skipað, ið hevur sum mál at fremja føroyskt fullveldi og ein fordeilingspolitikk, ið fremur frægasta vælferðarsamfelagið fyri øll, sigur Tórbjørn Jacobsen.