Føroyar eftir føroyskum fyritreytum

- Vit skulu ikki í blindum kopiera útlendskar loysnir, eitt nú innan stýring og skipan av tí almenna.

 

- Samfelagið skal skipast eftir føroyskum fyritreytum heldur enn, at vit í blindum kopiera útlendskar loysnir, eitt nú innan stýring og skipan av tí almenna.

 

Tað siga teir tríggir flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn í sínum fylgiskjali til samgonguskjalið, sum varð almannakunngjørt seinnapartin í dag.

 

- Føroyskar loysnir og føroyskir førleikar verða nýtt í útbygging og menning av samfelagnum og hugsað inn í alt lógar-og reglusmíð. Álit skal havast fram um eftirlit.

 

Flokkarnir vísa á, at vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir, bæði innanhýsis og mótvegis umheiminum. Vinnan skal virka undir skipaðum kørmum, og meira virðisøking skal fáast burturúr tilfeinginum.

 

- Orðaður verður ein útflutningspolitikkur, sum eitt nú eyðmerkir trupulleikar, sum vinnan hevur í kappingini við útlendska vinnu, eitt nú í mun til fígging, flutning, atgongd til arbeiðsmegi og annað.

 

Flokkarnir siga, at politikkurin skal vísa á, hvørji lond ella heimspartar vit skulu leggja høvuðsdentin á.