- Hví vil samgongan ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Hví vil landsstýrið, at bankar skulu hava varskógvaraskipan, men ikki almenn arbeiðspláss? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli - at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland?
Soleiðis byrjar Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi lesarabræv sítt um varskógvaraskipanina, sum meirilutin í fíggjarnevndini havnaði, tá málið var í nevnd eftir 1. viðgerð.
Kristina Háfoss vísir á, at vit hava fleiri dømi, eisini heilt nýliga, um at tað kann fáa truplar fylgjur fyri tey, ið tora at siga frá, um okkurt óregluligt gongur fyri seg á arbeiðsplássinum. Tað fekk grovar avleiðingar fyri fíggjarleiðaran á Strandferðsluni, tá hann talaði at viðurskiftunum á stovninum, og hóast løgtingsgrannskoðararnir staðfestu, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki hevði fylgt lógini, var tað at enda fíggjarleiðarin, ið misti starvið.
- Verandi støða ger, at nógv starvsfólk uttan iva frávelja at varskógva um óreglusemi í framtíðini. Tað er natúrliga avleiðingin, um vit ikki skipa eina veruliga varskógvaraskipan, ið bæði tryggjar at óreglusemi kann verða fráboðað dulnevnt, og við lóg verjir tann, ið fráboðar óreglusemið, skrivar hon.
Tað er tó líkt, at samgongan ikki er ímóti varskógvaraskipanum í sjálvum sær, men einans fyri almenn starvsfólk, tí samgongan hevur júst lagt eitt uppskot fyri tingið, har føroysku bankarnir verða álagdir við lóg at hava eina varskógvaraskipan. Eina skipan, har starvsfólk dulnevnd kunnu boða frá um nakað óregluligt fer fram.
- Men hetta er eftir øllum at døma ikki ein møguleiki, ið samgongan og landsstýrið ynskja at geva starvsfólkum í almenna geiranum, ið røkja týðandi uppgávur vegna alt Føroya fólk – herundir nógvar uppgávur, ið hava við umsorgan, menning og røkt av menniskjum at gera. Hví skulu alment sett starvsfólk ikki hava sama møguleika? Er hetta enn eitt dømi um, at peningur fær størri trygd og rættindi enn menniskju, spyr løgtingskvinnan.
Kristina Háfoss eftirlýsir, at Føroyar gerast undangonguland á hesum økinum.
- Men samgongan valdi at fella hetta málið. Kann bara undrast. Tí hví vil samgongan ikki, at starvsfólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Og hví velur samgongan – eisini í hesum máli - at vera eftirbátur, heldur enn undangonguland? Fólkið í Føroyum hevur uppiborið betur, sigur Kristina Háfoss at enda.