Føroyar bumbaðar niður og norður

Ísrael vísti seg at vera ov stórur biti hjá føroyingunum, sum ofta og leingi kendust vera skeivt upp á bein

Fjeppararnir í Skansanum skulu eiga, at teir vóru framúr óførir. Eisini í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftrat, koyrdu teir á sínar menn, sjálvt um støðutalvan hesa síðstu løtuna broyttist frá 0-3 og til 0-4.

 

Síðsta málið skoraði Eran Zahavi í 93. minutti. Tá var tað eftir flatt innlegg úr vinstru og úr góðari støðu mitt fyri málinum. Hann skoraði eisini tvey mál í fyrra hálvleiki. Tá var tað við tveimum langskotum.

 

4-0 tap á heimavølli sigur, at hetta var alt annað enn hugaligt kvøld á heimavølli. Tíbetur kemur tað ikki so ofta fyri, at føroyingar leggja rygg til so eyðmýkjandi tap. Seinasta ferðin var fyri tveimum árum síðani, tá ið Svøríki 5. september í 2019 vann 4-0 á Tórsvølli.

 

##ms##

 

Føroyar høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Ísrael hevði kanska átta heilt stórar møguleikar, og Gunnar Nielsen í føroyska málinum var besti maður á føroyska liðnum.

 

Longu leygarkvøldið skulu føroyingar aftur í eldin. Tá verður tað á sama vølli ímóti Danmark, sum í summar vann seg í hálvfinaluna í EM endaspælinum, og sum á FIFA styrkislistanum er nummar 11.

 

Tað sá gott út fyrstu tíggju minuttirnar, men eftir at ísraelsmenn settu hol á, var tað alt annað enn gott. Føroysku spælararnir royndu at stríðast, men liðavrikið var ikki gott. Tað hekk ikki saman í verju, føroyingarnir taptu nógv teir flestu nærdystirnar, og tað bar aftur við sær, at talan var um lítið og einki av álopsspæli, og so vóru persónligu mistøkini so mong sum sjáldan.

 

 

 

Føroyar – Ísrael 0-4 (0-2)

 

HM undankappingardystur á Tórsvølli mikudagin 1. september 2021 kl. 19.45

 

Dómarabólkur úr Niðurlondum: Dennis Higler, Rogier Honig, Rens Bluemink og Martin Pérez (4. dómari)

 

0-1: Eran Zahavi 12.

 

0-2: Eran Zahavi 44.

 

0-3: Munas Dabbur 52.

 

0-4: Eran Zahavi 93.

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar (Jóan Símun Edmundsson, 64.), Gunnar Vatnhamar (Heri H. Mohr, 76.), Brandur Hendriksson Olsen (Tróndur Jensen, 76.), Jákup B. Andreasen (Hallur Hansson, 64.), Meinhard Egilsson Olsen – Klæmint A. Olsen (Daniel Johansen, 76.)

 

Gult kort: René S. Joensen

 

Ísrael: Ofir Marciano – Eli Dasa (Liel Abada, 84.), Orel Dgani (Ofri Arad, 71.), Sun Menachem, Eitan Tibi – Dor Peretz, Bibras Natcho (Abu Fani, 62.), Manor Solomon (Iyad Abu Abaid, 85.) – Nir Bitton, Eran Zahavi, Munas Dabbur (Shonn Weissman, 71.)