Samlaða fólkatalið í Føroyum er vaksið við 931 fólkum síðani nýggjárið í 1990.
Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísir, at føroyingar í dag eru eldri, enn teir vóru fyri 25 árum síðani.
Síðani 1990 er talið á teimum, sum eru 39 ár ella yngri minkað við 5.438 fólkum. Samstundis er talið á teimum, sum eru 40 ár ella eldri, vaksið við heili 6.369 fólkum.
Tey, sum eru undir 40 ár, vóru í 1990 64 prosent av fólkatalinum, meðan tey á nýggjárinum í ár vóru 52 prosent av fólkatalinum.
Í 1990 vóru kvinnur í aldrinum 20-39 ár 31 prosent av fólkatalinum, men tað talið er nú komið niður á 23 prosent.










