Jameika, grannarnir hjá Kuba í Karibiska havinum, hava vunnið sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi í juni og juli í ár.
Sum allar hinar 31 tjóðirnar, sum eru á veg til endaspælið, so gera teir í Jameika nakað við fyrireikingarnar, og sum tíðin nærkast til stóru sløgini skulu standa í Fraklandi, so verða fyrireikingarnar alt meiri intensivar.
Ætlanin hevur verið og er ivaleyst, at landsliðið hjá teimum skal koma til Europa nakrar vikur, áðrenn farið verður undir kappingina í Fraklandi, soleiðis at teir kunnu venja seg við klokkuna, veðurlagið og alt annað, sum sigst spæla inn. Men teir hava havt ein trupulleika. Hann er, at tað hevur verið torført at fáa mótstøðulið at spæla venjingardystir ímóti.
Hetta er komið fyri oyruni á teimum í FSF, og teir hava bjóðað seg fram:
? Hjá okkum er tað altíð ein trupulleiki at finna onnur landslið at spæla venjingardystir ímóti. Í november hoyrdu vit, at teir í Jameika fegnir vildu hava ein landsdyst síðst í mai, og vit vóru skjótir at bjóða okkum fram, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Eitt telefaks varð sent til fótbóltssambandið í Jameika. Føroyingar bjóðaðu seg til at spæla móti Jameika í Danmark 27. mei, sum er ein mikudag, men enn er einki svar komið:
? Vit høvdu ímyndað okkum, at dysturin kundi verið í Brøndby ella onkra aðra staðni á høvuðsstaðarleiðini ? kanska í Parkini, um tað hevði borið til! ? men vit hava framvegis einki hoyrt frá teimum, sigur Ísak Mikladal, sum enn eina ferði hevur spurt seg fyri eftir einum svari. jh